top of page
Untitled design.jpg

Umhvørvis-og orku politikk, ið gagnar fólkinum eins og vinnuni

Umhvørvisvernd eins og orkutrygd er nakað, vit sum samfelag mugu raðfesta høgt. Tíðin hevur víst okkum, at hetta hevur stóran týdning fyri fólkið og búskapin. Vit skulu eisini gera okkara part til at verja umhvørvið. Her eru ítøkilig verk longu sett ígongd, samstundis sum nógvar komandi ætlanir, her ímillum er at fáa vinnuna uppí. Her skal eisini hyggjast gjølla eftir, hvat kann gerast úti á havinum, tí ein stórur partur av okkara karbon fótaspori kemur av flotanum hjá okkum. Svarið her er IKKI at bara skatta hægri fyri at fíggja, tí í veruleikanum vita vit ikki eingongd, hvat vit skulu fíggja. Eru tað nýggj skip ella grønari motorar? Vit vita ikki loysnina og tí skulu vit byrja við at gera ein neyva kanning av, hvat skal til og hvat tað fer at kosta.

Her má eisini kannast, hvar í flotanum útlátið kemur frá, tí um tað vísir seg, at ein stórur partur av útlátinum kemur frá smærri skipum, ið eru mong í tali, heldur enn teimum stóru og fáu, so kann tað vera ógvuliga ringt at finnað eina loysn fyri øll, uttan samanleggingar. Hetta fáa vit tó ikki svar uppá við at sita og gera einki, tí skulu tiltøk setast í verk fyri at koma fram til eina niðurstøðu. Uppi á landi skulu vit halda áfram við at gera tað, vit hava gjørt við vind-, vatn- og grønari orku loysnum, eins og seta fleiri tiltøk í verk, sum stuðla endamálinum um eitt grønari Føroyar, bæði frá tí almenna, men serliga eisini fáa tað privata við upp í leik.

bottom of page