top of page
Untitled design.jpg

Blómandi útflutningsvinnu við tryggum kørmum

Grundstykkið vit byggja tað húsið á, ið vit kalla samfelag, er útflutningsvinnan her í Føroyum. Her kann nevnast serliga fiski- og alivinnan, ið eru høvðusútflytararnir í Føroyum, fyri at siga tað milt. Tí er tað av alstórum týdningi, at útflutningsvinnan hevur so støðugar karmar og so góð kor at virka undir sum yvirhøvur gjørligt. Fiski-og alivinnan skulu kunna rokna fleiri ár fram, tá íløgur verða gjørdar fyri at kunna taka bestu avgerðir fyri eitt longri tíðarskeið.

Hetta merkir at skattur, avgjøld, lóggávu broytingar o.s.fr. skulu ikki henda annað hvørt ár, tí landskassin brádliga manglar fígging til ein hvønn dagligan rakstur. Um vinnan gevur ov nógv ella ov lítið, kann kjaskast leingi og hart um, men tað broytir ikki, at líkamikið hvør niðurstøðan er, so skal tað gerast á ein hátt, so at vinnan veit, hvat hon hevur at arbeiða við nógv ár fram.

Hetta so at óttin, fyri broytligar umstøður ov ofta, verður tikin burtur. Tó skal nevnast, at ein vinna við heilt stórum yvirskotum er gott fyri Føroyar. Hægri vinningurin er, hægri partafelag-skattur, hægri inntøkuskattur og hægri kapitalvinningskattur í krónum til at fíggja vælferð. Eisini er tað sunt fyri Føroyar, at okkara drívmegi sleppur frá at binda seg til tunga skuld fyri at gera íløgur, ið kann vera ein stór avbjóðing, tá tíðirnar gerast verri.

bottom of page